Litrík troyggja
Stødd á teksti: a a
Legg á Facebook

Nýggjastu:Tekstgreinar
07. sep. 2010: : 11:00
07. sep. 2010: : 10:30
06. sep. 2010: : 10:00
06. sep. 2010: : 10:00
Tá ið eg herfyri sá troyggjuna vinstrumegin á myndini, bað eg mammu binda mær eina, sum minti um. Í gjár varð hon liðug við hana.
Troyggjan er øðrvísi enn nógv av tí, sum eg vanliga eri í, serliga við atliti at litsamanseting; men mær dámar hana sera væl, og eg gleði meg at fara í hana saman við t.d. leggings, stivlum og eini reim um miðjuna, sum sæst á myndini omanfyri.
Troyggjan er ikki bundin eftir uppskrift, og mynstrið er heilt tilvildarligt.
Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri!
Viðmerkingar
Skriva eina viðmerkinglekkur troyggja, men hvat garn er hon bundin úr
Hey, tit!
Garnið eitur Sisu og er av merkinum Sandnes Garn.
Hvar er garnið keypt?
feitt! Eg vil siga at troyggjan, ið mamma tín hevur bundið, er lekkrari enn hin. Til lukku við tí ;)
SISU garn kann mann keypa í Búnanum í KLAKSVÍK
mega feit troyggja, tú er ólukksaliga heldig at eiga hana :D má spyrja hevur hon nakra uppskrift ?
So lekkur troyggja. Hvussu nógv eygu eru á bulinum? Hvussu langur er bulurin? Hvat stokki er hon bundin vid? Hvussu nógv eygu eru á ermuni? Hevdi verdid soo glad; um eg fekk hesi mátini, so fari at royna at binda mær eina nøkulunda í handan dur!
Gledi meg at hoyra nærri:O)
Hey, Jóna!
Troyggjan er bundin á einum stokki nr. 3.
Bulurin telur 210 eygur og er 77 cm langur. Niðari endi á ermuni telur 60 eygur, meðan tann ovari telur 94 eygur.
Troyggjan skal vera stór, so eg vil siga, at henda svarar til small.
Vóni, at tú fekst svar upp á tín spurning. Um ikki, so skrivar tú bara aftur. :)
hesa fari eg at prøva !
... (ikki skrásettur brúkari) | 03. Feb. 2010 - 15:05
meeeeega feit troyggja.. hasa vil eg eiga.. :)