Boyfriend-buksur

Deil á Facebook
Leygardagur 22. oktober 2011 - 07:00

Tó at tær sonevndu boyfriend-cowboy-buksurnar ikki spæla eins stóran leiklut í mótamyndini nú, og tær gjørdu herfyri, síggja vit tær framvegis av og á.

Boyfriend-buksurnar eru eyðkendar við at líkjast mannfólka-cowboy-buksum og kunnu tí væl vera eitt sindur ov stórar og slitnar.

Á myndini omanfyri síggja vit modellina Frida Gustavvson í boyfriend-cowboy-buksum. Hon hevur sett maskulinu buksurnar saman við eini meira femininari mohair-troyggju, hálsketu og høghælaðum skóm. Mær dámar sera væl look'ið.

Myndin varð tikin í París aftan á mótasýningina hjá Valentino fyrr í mánaðinum.


Elin Christiansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini