Mótamyndin er á tremur av bundnum troyggum í løtuni. Vit síggja sera nógv ymiskt, tá ið um litir, snið, mynstur og tógv ræður. Eitt gott dømi um hetta er henda myndarøðin úr novemburútgávuni av franska Vogue.
Myndarøðin er eisini hentur íblástur hjá tí, sum hevur ætlanir um at fara undir at binda eina troyggju. Meðan summar av troyggjunum tykjast heldur torbundnar, tykjast aðrar - eitt nú tann á myndini omanfyri - lætt- og skjótbundnar.
Sí alla myndarøðina omanfyri. Trýst á myndirnar, um tú vilt gera tær størri!