Leygardagin 22 okt. var fyrsta sýning av barnaleikinum Pinocchio í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hóast leikurin júst er byrjaður fyri leikararnar eftir drúgvar venjingar, eru onnur, sum endiliga kunnu anda lættliga, nú teirra leiklutur er av. Tað eru tey, sum hava sniðgivið pall og klæðir.
Búnarnir til hendan leik hava havt stóran týdning, sum partur av yvirskipaðu pallmyndini. Sámal Blak hevur einsamallur gjørt pallmyndina, og hann hevur eisini teknað búnarnar. Staðið fyri at evnað búnarnar, hevur Durita Hansen við hjálp frá Onnu Sofíu Egilstrøð.
Búnarnir eru sniðgivnir við støði í 19. øld, tá søgan um Pinocchio varð skrivað. Hvítar skjúrtur, høghattar, bowlarahattar, seðlar, stuttar buksur, stríputar buksur, vestar , stavir og hálsturrikløð bera præg av 19. Øld. Men hóast tað, er tilgongdin til sniðgevingina framd við einum modernaðum twisti, eitt nú inngongur strikk og ikki at gloyma blátt hár.
Fotomyndir: Finnur Justinussen