Hóast eg ikki rópi harðast, vil ikki sleppa undan at hava eina meining um okkara politisku valevni – og heldur ikki tá umræður klæðini. Og hóast hesi hvørki avmynda heilan ella hjartað handan krossin, so er tað stuttligt at eygleiða og hava eina meining – hvør er hot – og hvør er not. Mær dámar væl menn, men sigi bart út, at vit kvinnur eru so langt framman fyri tá umræður persónligan stíl. Fleiri teirra eru eisini langt frammanfyri í erva. Eg vóni so inniliga, at vit um ikki alt ov langa tíð eisini eiga líka nógvar krossar! Og uttan himpr sigi eg, at mín X fer til eina kvinnu. Her er mín topp 6:
TOPP 6 (Tilvildarlig røð - allar eru líka kul)
Sunneva Háberg Eysturstein: Ímyndin av persónligum stílfrælsi. Hon elskar endurnýtslu og er altíð í trá við seg sjálva – innan og uttan.
Margretha Nónklett: Klassisk við einum lítlum tvisti. Hon riggar altíð og sýnist altíð vera í javnvág við seg sjálva.
Helena Dam á Neystabø: Klassisk og nýmótans. Elskar sterkar litir, gevur klassiska markinum eitt nýtt innihald.
Bergtóra Høgnadóttir: Anti-mappedjór - heilt lívgandi at síggja hennara anti-keðiliga og ikki-klassiska stíl. Full av litum og lívi. Ein góð mynd av persóninum. Fer til tíðir yvir um mark, so sum hon eigur.
Annika Olsen: Hon er smørt, klassisk og í so maskulin í stíli til tíðir. Haldi tó hon hevur slept stramma svarta jakkanum nakað og riggar betur. Týðandi er eisini valið av størtum jakkum og tað dugir hon væl.
Gunvør Balle: Hon riggar altíð og er enn eitt nýtt andlit í føroyskum politikki. Elegant, klassisk og føroysk.