Stivlar, sum røkka upp til ella upp um knø, hava verið fastur táttur í mótamyndini seinastu vetrarnar.Vanliga hava stivlarnir verið brúktir uttan á smølum buksum ella gamassjubuksum; men tá ið kolleksjónin hjá Hermés fyri heystið og veturin 2011 varð framsýnd í París fyrr í ár, vórðu teir settir saman við eitt nú síðum niðurdeilum. Henda samansetingin er ikki heilt nýggj í mótasamanhangi; hon var nógv at síggja bæði í seksti- og áttatiárunum.
Sí alla kolleksjónina hjá Hermés her.