Ítróttarskógvar til gerandisbrúk

Deil á Facebook
Mánadagur 24. oktober 2011 - 14:00

Ítróttarskógvar - sonevndir sneakers - hava veruliga vunnið frama í mótamyndini seinastu tíðina. Vit síggja ítróttarskógvar verða samansettar við nærum øllum; í hesi myndarøðini úr nýggjastu útgávuni av mótablaðnum Twin síggja vit eina sera vakra samanseting av Nike-skóm og gráum og svørtum pløggum úr leðri og jersey frá merkjum sum Alexander McQueen, Hakaan og Theyskens’ Theory.

Mær dámar sera væl hesa samansetingina, sum gevur mær hug at ogna mær einar Nike-sneakers í næstum.

Sí alla myndarøðina omanfyri. Trýst á myndirnar, um tú vilt gera tær størri!


Elin Christiansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini