Í stíldagbókini hesa vikuna er 23 ára gamla Lív Michelsen, sum lesur sálarfrøði í Odense. Umframt lesnaðin hevur Lív bloggin Fashion Islands, har hon skrivar um móta, shopping o.a.
Lív fortelur soleiðis:
"Mín stílur kann ikki lýsast við einum orði. Ein dag kann eg vera mega feminin og næsta dagin okkurt heilt annað. Og tað er júst tað, sum er eitt tað besta við klæðum og móta - ein kann úttrýkkja so nógv ymiskt, alt eftir, hvussu man følir seg.
Men sum heild er mín stílur avslappaður, har eg so leggi okkurt rák, sum er í mótanum afturat."
Hon leggur afturat:
"Eitt, sum eg elski er skjúrtur; tað er líkamikið um tað eru strípur, blondur ella prikkar á :) Mær dámar eisini væl at hyggja í endurnýtlsuhandlar og loppumarknaðir, fyri at finna okkurt, sum ongin annar eigur. Annars keypi eg mest úr high-street handlum - ikki bara tí, at pengapungurin ikki loyvir mær at keypa dýrari klæðir, men eisini tí mær dámar tað breiða úrvalið, sum hesir handlar hava. Skógvar og jakkar vil eg tó gjarna hava í høgari góðsku."
1. dagur:
Settið, sum tit síggja er frá kvøldinum. Eg skuldi út at eta og var tí farin í okkurt eitt sindur fínari.
Trenchcoat frá H&M, blonduskjúrtu og buksur frá Gina Tricot og stivlar frá Vagabond.
2. dagur:
Her eri eg sera avslappað íklødd. Havi notið tað flotta heystveðrið í nýggjum parka jakka frá H&M. Í fleiri ár havi eg brúkt tjúkkar parka jakkar sum vetrar jakkar, tí mær dámar teir so sera væl!:) Annars var eg í karrygulum rullukraga, buksum frá Gina Tricot og Converse skóm.
3. dagur:
Í dag eri eg aftur í avslappaðum klæðum, men niðurdeilurin og skógvarnir gera tað eitt vet meira feminint.
Blusan er frá Bik Bok, niðurdeilurin frá Vero Moda og stivlarnir eru frá Vagabond (sum eg forrestin elski! Teir eru perfektir til veturin).
4. dagur:
Í dag eri eg í nýggjum kjóla/troyggju frá H&M, elski bøturnar á albogunum. Eg felli ofta fyri tílíkum detaljum á klæðum.
5. dagur:
Í dag eri eg aftur eitt sindur feminin, men havi dressað tað niður við einum fløtum skóm.
Cardiganin er gomul og hevur onki merki í. Blusan er frá H&M, niðurdeilur funnin í einum endurnýtsluhandli og skógvarnir eru frá Monki.
6. dagur:
Enn eitt avslappað, men feminimt sett. Kjólin frá COS er sera einfaldur og hóskar tí perfekt til gerandisdagar. Eg fann hann á einum loppumarknaði, og fall fyri litinum.
Trenchcoat frá H&M, styvlar frá Vagabond og taska/net frá Topshop.
7. dagur:
Dagurin í dag fer við at skriva uppgávu, tískil eri eg farin í behagilig klæðir; leysar buksur frá Monki og leysa skjúrtu frá Vero Moda. Tá ið eg líka fór út eitt ørindini fór eg í Converse skógvar.
Vit takka Lív fyri, at hon vildi vera við, og ynskja henni alt tað besta framyvir
--
Samskipað hevur Eivy Johannesen