Lekkurt og vistfrøðiligt til húð og hár

Deil á Facebook
Sunnudagur 30. oktober 2011 - 06:00

Kendi frisørurin Mariann K. Ivansdóttir, sum eigur salongina Royal, hevur fingið eina nýggja røð til hár og kropp. Talan er um vistfrøðiligu donsku dygdarrøðina ZenzTherapy, við shampoo, balsam, olju, saltvatn og vox.
Tað serliga við røðini er, at hon tekur støði í aromaterapi, sum er gott fyri sinnið og móti stressi og nervøsiteti.
Og so er røðin vistfrøðilig og hevur viðurkenda norðurlendska svanamerkið.
- Øll spyrja eftir vistfrøðiligum vørum í dag. Serliga tey ungu. Tey vita, at kemikaliir kunnu skaða heilsuna og umhvørvið, og so er tað eisini munandi betri hjá okkum, sum starvast í vinnuni at nýta heilsugóðar vørur, sigur Mariann Klein við Plagg.
Í ZenzTherapy eru ongi ítatingarevni, parabenir, litevni ella eftirgjørd parfuma.
Ein áhugaverdur partur av røðini er sonevnda Treatment Oil, sum tú kanst brúka bæði til hárið, andlitið og holdið. Smyr oljuna á andlitið um kvøldið, nýt hana sum hárkur, smyr á undan raking ella til at mýkja húðina á beinunum.
Ein perfekt røð til okkara, sum hugsa um umhvørvið og heilsuna.


Redaktión
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini