Vit síggja nógvar ymiskar samansetingar í mótamyndini í løtuni. Summar eru einfaldar við litum, sniðum og tilfari, sum hóska væl saman; aðrar endurspegla í størri mun tilvild. Henda myndarøðin úr oktoburútavuni av Jalouse er eitt gott dømi um tað seinna.
Tó at tað skjótt kann gerast ov nógv av tí góða, haldi eg tað aloftast vera vakurt, tá ið samansetingar av pløggum, prýðislutum o.ø. ikki tykjast alt ov tilætlaðar.
Sí alla myndarøðina omanfyri. Trýst á myndirnar, um tú vilt gera tær størri!