Mangt margháttligt stingur seg upp í mótaheiminum. Eitt dømi er henda myndarøðin úr nýggjastu útgávuni av blaðnum Soon International.
Í myndarøðini síggja vit supermodellina Naomi Campbell prýdda við plasti, so at hon eina mest minnir um mótadukkurnar, sum vit vanliga síggja í mótahandlum.
Mong finnast at mótaheiminum fyri klønu modellirnar og eftirviðgjørdu myndirnar, sum ikki endurspegla veruleikan; endamálið við hesum myndunum tykist vera at varpa ljós á júst hetta ónatúrliga fyribrigdið.
Hvussu er og ikki, so verður Naomi Campbell her gjørd til nakað, sum hon í veruleikanum ikki er. Men hóast tað er hon vøkur sum altíð.
Sí alla myndarøðina omanfyri. Trýst á myndirnar, um tú vilt gera tær størri!