Hóast hann er síðsti í 70’unum, so er hann avgjørt ikki blivin gamal, tá ið tað snýr seg um kreativitet. Sniðgevin Karl Lagerfeld hevur júst víst eina vælumtókta summarkollektión fram fyri mótahúsið Chanel, og nú hevur hann júst almannakunngjørt, at hann í januar ætlar at almannakunngera eina nýggja rock’n’roll kollektión við heitinum Karl fyri kvinnur.
Kollektiónin fer at innihalda 100 vørur, sum fara at kosta millum 400 og 2000 krónur. Kollektiónin fer fyrst til sølu á heimasíðuni net-a-porter.com frá 25. Januar. Frá 28. Januar kunnu vørurnar eisini keypast á heimasíðuni hjá sniðgevanum karllagerfeld.com.
Tann nýggja kollektiónin kemur fram, tá ið Haute Couture mótavika er í Paris í januar, har Karl Lagerfeld ætlar at avdúka enn eina nýggja verkætlan.
Nevniliga eina nýggja kollektión við heitinum Karl Lagerfeld Paris, sum tó fyrst verður at síggja í handlunum í heyst 2012.
Tað er tó ikki einans klæðir, sum Karl Lagerfeld tekst við. Hann hevur júst sniðgivið vínetikettu til vínslottið Chateau Rauzen-Seglas, og teirra 350 ára føðingardagsvín.