Nú tað av álvara er vorðið kaldari í veðrinum, er tíðin búgvin at leita sær vøttir og handskar fram. Sum mótin er í løtuni, er so gott sum alt loyvt - eisini tá ið um vøttir og handskar ræður.
Rakti í dag við eina myndarøð á Costume.dk. Í myndarøðini síggja vit, hvørji rák rørast í vatta- og handskamótanum í ár. Vit síggja alt frá einlittum, bundnum vøttum til handskar úr ektaðum djóraskinni.
Sjálv haldi eg sterklittar vøttir og handskar vera frískligar – serliga hjá okkum, sum vanliga halda okkum til tamar klædnalitir.
Sí allar vetrarvøttirnar og -handskarnar hjá Costume her.